Sannførandi Real Madrid avrik í Týsklandi

Hóast Real Madrid søguliga hevur havt tað trupult í Týsklandi, var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var í kvøld.

Hóast Schalke vóru væl við fyrstu løtuna, so vóru einstaklingarnir í álopspartinum hjá Real Madrid ov sterkir til týska felagið.

 

Karim Benzema legði Real Madrid á odda eftir 13 minuttir, har hann fekk eina framúr fríspæling frá Cristiano Ronaldo.

 

Gareth Bale økti um munin tá 21 minuttir vóru farnir, eftir eitt framúr einmansavrik.

 

Í seinna hálvleiki bleiv munurin millum Schalke og Real Madrid uppaftur størri. Fyrst økti stóra stjørnan á Real Madrid liðnum, Cristiano Ronaldo til 0-3. Síðani skoraðu Karim Benzema, Gareth Bale og Cristiano Ronaldo allir sítt seinna mál í dystinum, til ávíkavíst 0-4, 0-5 og 0-6.

 

Schalke megnaði tó at minka um munin til endans við einum framúr góðum málið frá Klaas-Jan Huntelaar.

 

Dysturin endaði sostatt 1-6.

 

 

Javnleikur í Istanbul.

 

Í hinum dystinum leikti Galatasaray móti Chelsea.

 

Galatasaray hava fyrr í kappingini víst stóra styrki á heimavølli. Millum annað sendu teir italienska stórfelagið Juventus út úr kappingini.

 

Tað var allíkavæl gestirnir úr Chelsea, ið fingu tí betru byrjanina uppá dystin. Fernando Torres legði Chelsea á odda eftir 9 minuttir.

 

Tað eydnaðist tó Galatasaray at javna, tá 64 minuttir vóru leiktir av dystinum. Málskjútti var Aurelien Chedjou.

 

Sostatt skerst ikki burtur at tað í øllum førum eru sjey heimalið, ið hava tey betru kortini á hondini til tann seinna dystin í áttandaparts finaluni.

 

 

 

Týskvøldið tann 11 marts eru dystirnir hesir :

 

Barcelona - Manchester City

Bayern Munchen - Arsenal

Paris SG - Leverkusen

Atletico Madrid - AC Milan

 

 

Dystirnir mikukvøldið 12 marts eru hesir :

 

Manchester United - Olympiakos 

Chelsea - Galatasaray

Dortmund - Zenit

Real Madrid - Schalke 04

 

 

Í kvøld:

 

Schalke 04 - Real Madrid (0-2) 1-6

0-1      Karim Benzema, 13

0-2      Gareth Bale, 21

0-3      Cristiano Ronaldo, 52

0-4      Karim Benzema, 57

0-5      Gareth Bale, 69

0-6      Cristiano Ronaldo, 89

1-6      Klaas-Jan Huntelaar, 90

 

 

Galatasaray - Chelsea (0-1) 1-1

0-1      Fernando Torres, 9

1-1      Aurelien Chedjou, 64