Norska kvinnulandsliðið í hondbólti setti tey flestu tingini uppá pláss í fyrra hálvleiki í HM finaluni í Boxen í Herning. Noreg vann ein sannførandi 31-23 sigur. Í steðginum vóru norsku kvinnurnar á odda heili 20-9, og tá spældu tær niðurlendska mótstøðuliðið undir gólvið. Niðurlendska liðið betraði seg í seinna hálvleiki, og var ávegis einum lítlum comebacki, tá støðan var 21-26, men so hálaði Noreg seg uppá eina 30-21 leiðslu aftur, og so var alt endaliga liðugt.
Camilla Herrem gjørdist toppskjútti hjá Noreg við sjey málum. Heidi Løki skeyt seks mál fyri Noreg. Estavana Polman gjørdist toppskjútti hjá Niðurlondum við sjey málum. Kari Grimsbø í norska málinum stóð ein rimmar dyst, og bjargaði 23 skotum í dystinum.
Tess Wester í niðurlendska málinum kom ongantíð upp á tað støðið hon hevur víst í hinum dystunum í HM kappingini, sum hevur verið í Danmark seinastu tvær vikurnar. Tess Wester hevði tó ein væl betri seinna hálvleik, men í fyrra hálvleiki vardi hon fyri fáum skotum.
Noreg er nú verandi evropameistari, olympiskur meistari og heimsmeistari.
Hetta er triðja ferðin Noreg vinnur HM í hondbólti. Tær vunnu HM á heimavølli í 1999, og tær vunnu HM á øðrum sinni í 2011.
Norska kvinnulandsliðið hevur nú vunnið 11 gullmerki. Tær hava vunnið seks EM gullheiðursmerki, trý HM gullheiðursmerki, og tvey olympisk gullheiðursmerki.
Hóast Niðurlond iðra seg um fyrra hálvleikin í finaluni í dag, so kunnu niðurlendsku kvinnurnar verða ernar av at verða fyrsta niðurlendska kvinnulandsliðið í hondbólti, sum vinnur eitt HM heiðursmerki. Niðurlendska liðið hevur ein miðalaldur, sum er beint omanfyri 24 ár, og teimum er spádd ein bjørt framtíð.
Fyrr í dag vann Rumenia bronsu, tá tær í bronsudystinum vunnu ein sannførandi 31-22 (15-8) sigur ímóti Póllandi.









