Sannførandi City sigur

6-0 heimasigurin á West Ham ger, at Manchester felagið verður annar parturin av lítlu steypafinaluni

Meðan tað gongur minni væl hjá grannunum í United, so gongur tað sum eftir ánni hjá Manchester City.

Tað sást aftur í kvøld, tá ið West Ham vitjaði í fyrru hálvfinaluni í minnu steypakappingini. London felagið varð spælt niður og norður og er á veg suður aftur til London við 6-0 tapi. Seinna hávfinalan í London týskvøldið í aðru viku er bara avgreiðsluspurningur.

Serliga var tað Alvaro Negredo, sum var framúr væl upplagdur. Hann skoraði trý mál. Fyrsta málið var framúr, tá ið hann megnaði í fullari javnvág at heilfluktað bóltin í málið eftir framlegging frá Yaya Toure.

Hálvleiksstøðan var 3-0, og styrkismunurin var so mikið stórur, at teir í West Ham hava orsøk at fegnast um, at tapið ikki varð uppaftur størri.