Sannførandi stjørnusigur

Eingin stórvegis ivi var um úrslitið, tá Stjørnan vann tryggan sigur á VB í Sunset kappingini hjá kvinnum

Stjørnan-VB 29-21 (13-9)


Stjørnan og VB eru tey bæði liðini, sum í løtuni liggja og elta oddaliðið, Neistan. Undan dystinum lógu liðini á ávikavist øðrum og triðja plássi, so umráðandi var hjá báðum liðum at vinna dystin henda dagin. Stjørnan hevði helst eisini nakað at prógva eftir heldur óvæntaða ósigurin í Vági fyrr í heyst.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Javnur fyrri hálvleikur
Gestirnir úr VB fingu betru byrjanina uppá dystin. Tíðliga í dystinum vunnu tær seg tvey mál fram um Stjørnuna. Hesa leiðslu hildu tær líka til miðjan hálvleik, men tá tók Stjørnan eitt ordans hál, og megnaði eisini at vinna seg fram við VB. Nú var Stjørnan heldur oman á, og seinna part av fyrra hálvleiki megnaðu stjørnuleikararnir eisini at økja eitt sindur um leiðsluna, soleiðis at munurin í hálvleikinum var fýra mál. Tá var støðan 13-9 til heimaliðið.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjørnan fylgir oddaliðnum
Í seinna hálvleiki byrjaðu gestirnir aftur betri, og tær hálaðu eitt sindur inn á Stjørnuna. Tá tær vóru tættast, vóru bert tvey mál á muni, men um miðjan seinna hálvleik hendi júst tað sama, sum í fyrra. Stjørnan fann rætta spælið fram aftur, og so gekk bara ein vegin restina av dystinum. Tá dómarin bríkslaði seinastu ferð vísti talvan 29-21 til Stjørnuna.
Størsti munurin á liðunum var breiddin. Meðan Daiva var mest sum ein einmansherður hjá VB, so vóru fleiri av leikarunum hjá Stjørnuna, sum tóku ábyrgd henda dagin. Við sigrinum heldur Stjørnan fast í oddaliðnum, meðan VB hevur mist týðandi fet í oddinum.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fakta
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjørnan-VB 29-21 (13-9)
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjørnan: Joan M. Djordjevic 7, Alina Olaru 7 (3), Duria Christophersen 7, Simona Petersen 6, Bára S. Klakstein 1, Una Olsen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$VB: Daiva Tuomaite 10 (2), Ivana Ljubicic 3, Laila Jespersen 3, Rannvá Augustinessen 2, Theresa Joensen 2, Jóna Thorsteinsson 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brotskøst: Stjørnan 5, VB 2
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar: Stjørnan 1, VB 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr