Sannførandi heimasigrar

Tað var eingin slingur í valsinum hjá teimum báðum oddaliðunum í ensku landskappingini.

Seinnapartin vann oddaliðið, Chelsea, 7-2 á Stamford Bridge á Sunderland. Nicolas Anelka og Frank Lampard skoraðu tvær ferðir í part, og hini Chelsea málini gjørdu Florent Malouda, Ashley Cole og Michael Ballack. Fyri Sunderland skoraðu Boudewijn Zenden og Darren Bent.

Á Old Trafford var tað málleyst, tá ið ein tími var farin, men so skrædnaði, og Manchester United vann 3-0 á Burnley. Sigurin kundi væl havt verið størri, um danski Burnley málverjin, Brian Jensen, ikki hevði verið so góður aftasti skansi. Málskjúttar hjá Manchester United vóru Dimitar Berbatov, Wayne Rooney og Mame Biram Diouf.

Hini úrslitini í dag: Stoke-Liverpool 1-1, Tottenham-Hull 0-0 og Wolverhampton-Wigan 0-2. Dysturin millum Portsmouth og Birmingham varð útsettur. Fleiri dystir eru á skránni í kvøld og í morgin.