Sum úrslitð gevur ábendingar um, so var B36 klárt betra liðið, og vann ein fult uppibornan 3-1 sigur á B68. Í roynd og veru kundi sigurin verið enn størri, tí heimaliðið hevði nógvar málmøguleikar ímóti toftamonnum, sum bert kláraðu at fylgja við kviku B36 leikarunum í fyrra hálvleiki
Tískil var tað ein vælnøgdur B36 venjari, sum bert hevði rós at geva sínum spælarum eftir dystin.
– Eg eri sera væl nøgdur við avrikið hjá mínum liði í dystinum ímóti B68, har vit vísa ein heilt annan hugburð enn í dystinum ímóti EB/Streymi í síðstu viku. Vit hava gott tak á toftamonnum so at siga allan dystin, og vinna at enda ein greiðan sigur, sum gott kundi verið enn størri, segði B36 venjarin, Allan Mørkøre, eftir dystin.
Klassamunur í seinra hálvleiki
B36 venjarin hevur alla orsøk at fegnast, tí B36 spældi ein sera góðan dyst. Serliga í seinra hálvleiki var klassamunur á liðunum, har B36 spældi toftamenn út av vøllinum. Við væl skipaðum verjuspæli og skjótum og góðum umstillingsspæli, voldu kviku B36 leikarnir, við Hjalgrimi Elttør á odda, verjuni hjá B68 alskyns trupulleikar.
Tískil var tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn leikliga yvirvágin hjá B36 gav úrslit, og tá eitt korter var farið av seinra hálvleiki bragdaði hjá heimaliðnum. Málskjútti var Christian R. Mouritsen, sum smekkaði bóltin í kassan, eftir gott uppspæl frá Hjalgrimi á vinstra vongi.
Hjalgrím voldi trupulleikar
Í staðin fyri at trekkja seg longur aftur á vøllin, eftir at vera komnir á odda, so hildu teir hvítu og svørtu fram við ágangandi spælinum. Hetta gav kviku álopsspælarunum hjá B36, og serliga Hjalgrími Elttør, sera góðar arbeiðsumstøður.
Við tveimum málum seint í dystinum kundi kviki klaksvíkingurin á B36 liðnum, krúnað eitt gott dystaravrik, og harvið staðfesta sigurin hja havnarliðnum, áðrenn Ahmed Keita kundi pyntað uppá úrslitið, við málinum til 3-1.
Vónin livir
Hóast greiða sigurin á B68, so hevur ártalsfelagið úr høvuðstaðnum langt upp til gylta fjórða plássið, sum gevur evropiska luttøku. Men um teir klára at vísa sama spæl í síðstu fimm dystunum, sum teir gjørdu ímóti B68, so kunnu teir nærkast ovaru liðunum, meðan toftamenn enn mugu hava eitt vakið eygað við niðaru liðunum á stigatalvuni.