Budam við Búa Dam á odda opnaðu ballið á G!festivalinum 2006. Og hetta slapp bólkurin væl frá. Við einføldum tónleiki sum amboð, segði Búi frá søgum um kærleika, ástarleik og lívið sum heild.
Veðrið er rættiliga vátt í løtuni, og hetta merkti eisini áhoyrarafjøldina, sum tíanverri ikki var so stór til hesa annars fínu framførslu. Budam er mannað av góðum og royndum tónleikarum, og hesir vísti eisini síni kynstur á ein øðrvísi hátt. Tónleikarirnir tóktist samdir um, at tekstirnir eru tað týdningarmesta í Budam, og tískil spældu teir eftir klóka prinsippinum less is more.
Ein bersøgin Búi er ein frálíkur oddamaður. Hann dugur sera væl at fáa fólkið í sín part. Hann er opin og sigandi, og tónleikurin upplagdur singalong tónleikur. Tú hómaði eitt sindur av Leonard Cohen íblástri í tónleikinum, men Búi dugur væl at kryddað tónleikin við sínum egna hugflogið.
Hetta var ein góð byrjan uppá G!festivalin.