Sannførandi 4-1 sigur til B36

Hóast sandoyingar beinanvegin í 2. hálvleiki minkaðu um munin, so var ongantíð nakar ivi um, at heimaliðið í Gundadali fór at vinna øll stigini. B36 hevur fulla úrtøku, nú kappingin er tvey umfør gomul.

Eftir trivaliga sigurin í Sørvági fyri einari viku síðani, hevði árstalsfelagið í dag vitjan av B71, og heimaliðið avgreiddi tað, sum roknast kundi við.

Eftir 1. hálvleik var 3-0, og hóast B71 beinanvegin eftir hvíldina minkaði um munin, so var heimasigurin ongantíð hóttur, tí B36 álopsspælarin, Lukasz Cieslewicz, økti skjótt til 4-1, og so var tað ongantíð nakar ivi.

B71 hevur eftir tvey umfør einki stig fingið, og málmunurin er 1-10.

Fyritreytirnar hjá sandoyingum vóru ikki góðar í dag. Fimm av teimum, sum áttu at havt verið millum teir fyrstu ellivu, vóru ikki tøkir, tí teir vóru skaddir ella leikbannaðir, og onkur, sum spældi við, hevði so at siga ikki vant saman við hinum.

 

B36-B71 4-1 (3-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Lukasz Cieslewicz 8.

2-0: Heini í Skorini 11.

3-0: Símun Joensen 40.

3-1: Tijani Mohammed 48.

4-1: Lukasz Cieslewicz 73.

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen (John Hansen, 79.), Símun Joensen (Kenneth Jacobsen, 46.) - Heini í Skorini, Súni Olsen (Ingi Højsted, 46.), Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen

B71: Símun Rógvi Hansen - René Clementsen, Eirikur Poulsen (Gunnar Lydersen, 74.), Jóhannes Jensen, Bogi Hermansen - Mads A. Hentze (Bjørgfinnur Winther, 77.), Marcus Klementsen, Tijani Mohammed, Ebbe Kristin Thomsen - Joseph Bassene, Thomas Hans Rubeksen

Gult kort: Mads A. Hentze, Tijani Mohammed

 

---

 

50 min.

3-1

Sandoyingar hava beinanvegin eftir steðgin minkað um munin. B36 verjan sá ikki sannførandi út, tá ið nýggi útlendski álopsspælarin, Tijani Mohammed, tók bóltin, streyk avstað og skoraði.

 

---------

 

45 min.

3-0

Fimm minuttir undan hálvleiki hevur B36 økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0. Uppspælið var í høgru, og tá ið B36 í aðru atløgu fekk bóltin innfyri, var vinstri vongverjin hjá B36, Símun Joensen, hægstur, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í kassan.

B71 hevur roynt at svara aftur, men enn hevur tað ikki eydnast. Heldur hevur tað víst seg, at heimaliðið hevur verið sera vandamikið í skjótum álopum.

 

---

 

Miðskeiðis í 1. hálvleiki tykist longu mest sum avgjørt, at stigini skulu vera eftir í Gundadali. Í hvussu so er um gongdin verður tann, sum hon higartil hevur verið.

Tá ið tólv minuttir vóru farnir, hevði B36 skorað tvær ferðir.

Fyrra málið var ógvuliga stórt kiks í B71 verjuni. Eftir rangstøðudóm kom Jákup á Borg ímillum, og hann sneiddi framvið Símuni Rógva Hansen í B71 málinum, áðrenn hann varð feldur, men dómarin bíðaði við at bríksla, og so setti Lukasz Cieslewicz bóltin í tóma málið.

Seinna málið skoraði Heini í Skorini, sum var tryggur, tá ið hann tók ímóti innleggi úr vinstru frá Símuni Joensen.

 

B36-B71

Dómari: Eiler Rasmussen