Sanne Storm, musikkterapeutur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, hevur frá Akademiska Ráðnum á Humanistiska Fakultetinum á Aalborg Universiteti, fingið ein Ph.D grad í Musikkterapi. Hetta er fyri hennara verkætlan, ið kallast “Research into the Development of Voice Assesment in Music Therapy”. Í hesi verkætlan hevur Sanne Storm kannað, um tað er gjørligt at menna eitt ræddar-metingar amboð, sum skal brúkast til at fáa til vega upplýsingar um hvussu fólk eru fyri sálarliga, soleiðis at hetta kann brúkast í viðgerðartilgongdini, bæði til at sjúkugreinan og til at meta um framgongd undir viðgerð.
Sum partur av kanningini, hevur Sanne Storm sjálv ment eitt ræddar-metingar amboð, sum hon hevur brúkt í arbeiðið sínum í musikkterapeutiskari viðgerð av fólki við depressión. Tað vísir seg her, at ræddar-metingar amboðið ger, at tað ber til at fanga sjálvt smáar broytingar og batar í røddini. Hesir upplýsingar hava í kanningini víst seg at verða týðandi tilfar til eina breiðari fatan av persóninum, sum verður kannaður og viðgjørdur og hvussu viðgerðin hjálpir. Sostatt ber til við ræddar-metingar amboðnum at gera eina meting og skjalfestan av hvussu musikkterapiin hjálpir sjúklingunum.
Sanne Storm er fødd í Danmark í 1962 og er útbúgvin musikkterapeutur frá Aalborg Universiteti í 2002. Síðani hevur hon tikið eitt tvey ára langt pedagogiskt ræddarvenjingarprogramm á franska Centre Artstique International Roy Hart. Sanne Storm hevur síðani 2002 starvast sum musikkterapeutur á Psykiatriska Deplinum og undirvísir á musikkterapiútbúgvingini á Aalborg Universiteti, eins og hon fyriskipar skeið um hvussu røddin kann brúkast sum amboð til viðgerð.










