Síðan 2009 hevur fiskitúrur við sætti flokkunum úr Tórshavnar Kommunu, verði skipaður sum fiskikapping, har tann flokkurin ið hevur fiska mest fær handa eitt steyp. Aftur í ár bleiv tað ein flokkur á Sankta Frans skúla, ið vann fiskikappingina, og í morgun var eitt lítið hátíðarhald á skúlanum, har Annika Olsen, borgarstjórið, handaði 6. b steyp.
Hetta er fjórðu fer Sankta Frans skúli vinnur fiskikappingina, sostatt hevur borgarstjórin verið á skúlanum trýggjar ferðir áður, og handa steyp til vinnaran. Hetta verður so fjórða steypi ið kemur at standa á skúlanum hetta ber boð um, at næmingar á Sankta Frans skúla hava sannar fiskikløur.
Týsmorgunin tann 4. september fór Westwaard Ho út við 6. b í Sankta Frans skúla, og tá lagt varð at landi aftur um middagsleitið, hevði flokkurin fingið 127 fiskar, sum er tað mesta í ár.
Fiskikappingin gongur fyri seg á gomlu sluppini Westward Ho, ið var bygd í Grimsby í 1884, og var fiskiskip undir Føroyum frá 1895 til 1940. Sluppin verður í dag brúkt til almannagagnligt endamál, sum fiskitúrarnir við sættu flokkunum í Tórshavnar kommunu eru dømi á.
-Tórshavnar kommuna fegnast um at tit nýta hetta høvið at fáa eitt sindur at vita um okkara stásiligu slupp, og at tit sleppa túr við henni afturat tí, sigur Annika Olsen til seinast.