Foreldur Sonnu vóru, Salmina Sofía av Eiði og Jaspur Tausen úr Hovi. Tá Sanna gjørdist faðirleys, fór hon vestur til Oyrar, har hon vaks upp hjá lærarinnuni, Mariu Hansen.
John er sonur Onnu Katrinu frá Gjógv og Jógvan Joensen, vanliga róptur Gørs úr Klaksvík.
Sum børn hittust Sanna og John, tá hann var og ferðaðist hjá mostir sínari á Oyri. Tá hava tey verið um 10 ára aldur. Seinni, tá Sanna kom til Klaksvíkar at arbeiða í fiski, hittust tey aftur, og skjótt rann saman millum tey bæði.
Tey bygdu sær hús á norðuri á Gørðum í Klaksvík, har tey fluttu inn 10 árabrúdleypsdagin fyri 55 árum síðani.
Í 1969 fluttu tey til niður til Esbjerg, har tey vóru í 4 ár. Heimafturkomin keyptu tey hús í Víkunum, har tey búðu til tey í summar fluttu í nýggja sambýlið á Heygnum í Klaksvík.
Sanna og John fingu 5 børn, Jaspur, Katrin, Sonju, Jógvan og Káru. Døturnar búgva allar í Klaksvík, Jaspur býr í Kollafirði og Jógvan er búsitandi í Esbjerg.
Sanna og John eiga 15 ommu- og abbabørn. Langommu- og langabbabørnini eru 26 í tali og oldurbørnini eru 5.
Myndatekstur:
Krúndiamantbrúðarparið, Sanna og John við Garð í Klaksvík, saman við børnunum. Børnini eru frá vinstru: Jaspur við Garð, Sonja Fuglø, Katrin Fredriksberg, Kára Joensen og Jógvan við Garð
Mynd: Hervør Joensen










