Sanna er ættað úr Sandvík, úr húsunum Uttan Ánna. Foreldrini vóru Sigrid og Niclas Joensen. Sanna er næstelst av fýra systkjum.
Sanna búði síni fyrstu ár í Sandvík, men fór úr bygdini sum 20 ára gomul. Tá fór hon til Sands at tæna. Eftir hetta fór hon til Havnar at halda hús fyri ungu menninar, sum arbeiddu á Skipasmiðjuni.
Har møtti hon manni sínum Henning, sum tá var í læru sum skipstimbursmiður.
Henning og Sanna, sum bæði eru ættað úr Suðuroynni, giftust 30. november 1952. Brúdleypið var hildið í Famjin. Sanna búði fyrsta árið í Famjin, meðan Henning arbeiddi á Skipasmiðjuni í Havn, tí trupult var at fáa íbúð i Havn. Men tá hann fekk íbúð úti í Grønlandi, flutti Sanna norðurum.
Sanna og Henning bygdu hús á Argjum og fluttu inn hvítusunnuaftan í 1955. Tey eiga 5 børn, 21 ommu- og abbabørn og 7 langommu- og langabbabørn. Sanna var heima, meðan børnini vusku til. Seinni fór hon út at arbeiða sum heimahjálp.
Sanna og Henning hava bæði verið virkin í Missiónshúsinum á Argjum, saman hava tey havt sunnudagsskúla har. Sanna hevur eisini verið virkin í arbeiðnum hjá sjómanskvinnuringinum á Argjum. Hon sat eina tíð sum formaður fyri arbeiðið.
Síðani Henning gavst á Skipasmiðjuni eftir drúgva starvstíð, hevur teimum dámt væl at vitja aftur til Suðuroyar. Tey eiga hús í Famjin og nýta stóran part av summarinum har suðuri – har trívast tey sera væl.
Størsta ítrivið hjá Sannu er at binda. Hon hevur altíð okkurt á stokkunum, tað dámar henni væl, og tá slappar hon eisini allarmest av.
Sannu verður ynskt hjartaliga til lukku við føðingardegnum.