Seinastu tíðina hevur Rás2 lutað ein skutara frá MC-søluni burtur. Skutarin kostar 15900 krónur at keypa og á skutara-framsýning í Miðlahúsinum í dag, varð vinnarin drigin.
Og tann hepni vinnarin var Sanna Haraldsen í Sørvági, sum nú má ein túr til Havnar í næstu viku eftir vinninginum.
Til stuttleikar kann nevnast, at Sanna fylti 50 í vikuni og hon heldur rimmar føðingardag leygarkvøldið.
Tá ið Anders Berg frá MC-søluni ringdi til hana beint eftir dráttin og fortaldi henni, hvussu skilið varð, bleiv Sanna ovurfegin. Skutarin kemur væl við, tí hon hevur nógv jørn í eldinum, bæði um dagin og um kvøldið, so tað er rættiliga nógv ferðing aftur og fram í Sørvági, men nú kann hon so trilla aftur og fram.
SMS-lutaseðlar
Skutarin var ikki lutaður burtur við vanligum lutaseðlum. Men hann varð lutaður soleiðis, at fólk kundu senda eitt SMS til eitt ávíst nummar og sosatt tryggjaðu fólk sær, at tey vóru við í dráttinum.
Tað er PAC Consult í Hvalba, sum hevur gjørt hesa SMS skipanina. Hetta er eitt virki, sum nettupp leggur seg eftir at gera SMS skipanir av ymsum slagi, umframt ymsar telduskipanir til virki av alskyns slagi.
Og tað var eisini stjórin á virkinum, Poul Laust Christiansen, sum dróg vinningin seinnapartin leygardagin.
Tað gjørdi hann við at trýsta á ein knøtt á telduni, sum síðani fann eitt tilvildarligt SMS burtur úr teimum mongu túsund, sum høvdu sent og sum sostatt vóru við í lutakastinum.










