...eins og hinir skúlarnir í Kommununi
Tað er ógvuliga løgi, ja beinleiðis óskiljandi, at bert ein av stóru skúlunum í Tórshavnar Kommunu ikki kann ella skal hava 8. og 9. flokk.
Sankta Frans Skúli er tvísporaður skúli frá 1. flokki til 7. flokk. Eisini hevur hann ein forskúla, ið øll eru sera væl nøgd við. Ì sjálvum skúlanum ganga fleiri enn 300 børn, og bert Skúlin á Fløtum (Kommunuskúlin og Venjingarskúlin) og Skúlin við Løgmannabreyt hava fleiri næmingar frá 1. til 7. flokk.
Tvs. at Sankta Frans Skúli hevur fleiri børn enn Eysturskúlin, Skúlin í Hoyvik, Skúlin á Argjahamri og meira enn dupult so nógv børn sum Kollafjarðarskúli, ið allir hava framhaldsdeild. Men vældámdi og stóri skúlin í miðbýnum sleppur ikki hýsa 8. og 9. flokki. Eg skilji tað ikki.
Skúlin í Miðbýnum
Foreldur, næmingar og lærarar, at børnunum í Santa Frans Skúla, ynskja at skúlin kann hava 8. og 9. flokk í skúlanum, men Tórshavnar Býráð vil tað ikki, óskiljandi, og eingin verulig grundgeving verður givin.
Eg veit av egnum royndum, at Sankta Frans Skúli er ein framúr góður skúli. Eg havi verið lærari í skúlanum og havi eisini sitið í skúlastýrinum. Har er einki at seta fingurin á og júst tí er tað óskiljandi, at Býraðið skal hava eina so fastlæsta neiliga støðu um framhaldsdeild har.
Um eg verið valdur í býráðið týsdagin, vil eg gera hvat gerast kann, so at Sankta Frans Skúli, eins og hinir skúlarnir í kommununi, kemur at verða ein tvísporaður skúli til og við 9. flokki.
Jan Christiansen
Tórshavnar Kommuna
Valevni á lista A