Tann dagurin er nevndur »Sankta Frans dagur«, og verður hildin til minnis um munkin Frans av Assissi, ið gjørdist halgimenni.
Kristna navn hansara var Giovanni di Pietro di Berardone. Hann var føddur 5. juli í 1182 í italsku fjallabygdini Assisi í Umbria, og hann doyði 3. oktober í 1226.
Hann hevur stovnað katólsku fransiskanararøsluna, sum tann katólska kirkjan í Føroyum er partur av.
Frasiskanarasystrarar stovna Sankta Frans skúla í Havn, vanliga nevndur "Nonnuskúlin", í 1932. Miðskeiðis í áttatiárunum yvirtók kommunan skúlan, og er skúlin í dag ein vanligur kommunuskúli í Tórshavnar kommunu, tó enn við tilknýti til systrarnar og katólsku kirkjuna.
Sankta Frans dagurin byrjar við morgunsangi, har Sólsangurin varð sungin og søgur sagdar um Frans av Assisi.
Aftan á spøl og annan hugna fingu børnini ís.
Myndirnar tók Álvur Haraldsen:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##