Eftir at hava fingið tað pinnastilt, tvs. fullkomna kvirru á øllum í lítlu kaffistovuni innleiddi stigtakarin til tiltakið, Bret Perkins, kvøldið við at siga frá hvussu hetta eitt sindur øðrvísi konserttiltakið fór at taka seg út. Singer/songwriter var sjangran á skránni og sangurin kom av sonnum í miðdepilin.
Seks sangarar við sínum løgum, sum yvir fýra umfør sungu ein sang í part. Og so áhoyrararnir. Løgini hjá øllum luttakararunum komu í kvirruni beinleiðis út til áhoyrarnar, og hetta á ein heldur ørðvísi hátt enn ein er vanur við. Og tað, sum ein er vanur við, er jú ein heldur størri pallur og rúmligar umstøður, ein rúgva av forsterkarum og hátalarum og gjarna eitt slag av showið. Men her var einki av hesum lutunum, púra akkustiskt og sangurin og orðið komu í miðdepilin. Undan hvørjum sangi segði sangskrivarin nøkur orð um hetta lagið, t.d. hvussu tað var vorðið til ella okkurt heilt annað, sum hevði samband við lagið. M.a. fekk ein at vita, at lagið Morning Dew hjá Høgna Lisberg varð skrivað tíðliga ein summarmorgun í bili á veg til Svøríkis, í einum vøkrum morgunroða.
Café Kino liggur í bakgarðinum hjá tí eitt sindur kendari konsertstaðnum, Amager Bio. Og umstøðurnar vóru stak hugnaligar, ikki nakað serliga rúmligar. Ikki var lagt upp til, at fleiri fólk skuldu koma og tiltakið varð heldur ikki væl lýst í miðlum ella á heimasíðu. Har vóru umleið 20 áhoyrarar. Og hetta vóru 20 sera væl nøgdir áhoyrarar, tá ið kvøldið var av. Tað var uttan iva Lena og Høgni Lisberg, sum skaraðu framúr við sterkum og á ein hátt meiri sjálvtilvitaðum úttrykki í teirra løgum. Eisini spældu og sungu danin Roar Amundsen úr Horsens, Josefina Sanner úr Svøríki og Jimmy Andersen úr danska høvuðsstaðnum.
Konseptmakarin Bret Perkins til Føroya
Bret Perkins eigur hugskotið til Listening Room Retreat, sum snýr seg um at arbeiða við og framføra egin løg. Hugskotið fevnir eisini um tónleikaverkstaðir, har sangskrivarar samstarva. T.d. hevur Teitur verið í slíkum sangskrivara-samstarvi og kom sangurin Josephine burturúr.
Síðst í oktobur kemur Perkins til Føroya har hann skipar fyri einum tónleikaverkstaði í Tórshavn, enn er tó ikki heilt greitt hvør, ið verður við.
Konserttiltakið hetta kvøldið var púra akkustiskt, eingin elektrisitetur til at forstyrkja tónleikin og sangin. Hetta gjørdi framførslurnar rættiliga persónligar hjá tí einstaka sangaranum. So hetta hugskotið hjá Perkins gav lurtaranum eina heldur øðrvísi tónleikauppliving. Afturat hesum kemur, at lurtararnir ikki bara eru teir vanligu áhoyrararnir, men eisini hinir tónleikararnir.
- Ja, tað er ein partur av hugskotinum í Listening Room Retreat, at framførslurnar eru akkustiskar og eisini rættiliga persónligar. Tað ger tað meiri áhugavert og sera persónligt. Men hetta er eisini eitt høvi hjá tónleikarum at møta hvør øðrum og arbeiða saman.
Perkins ferðast til fleiri lond við sínum hugskoti og sangskrivara-virksemi. Um ein hyggur inn á heimasíðuni hjá honum sær ein, at maðurin er væl dámdur av sangskrivarum. Somuleiðis sær ein at Perkins leggur eina rúgvu av tónleikatiltøkum eftir seg, hagar hann fer. Hann roynir at leggja grund undir og karmar um eitt samfelag av tónleikarum. Og tá ið eg prátið við hann, nevnir hann tónleikararnar, sum systkinabørn, sum verandi í familju. Tá ið síðstu løgini vóru framførd gjørdu tónleikararnir nógv burturúr at vísa takksemi fyri at fáa loyvi at vera við í hesum tiltakinum. Og sum áhoyrari kann ein ikki gera annað enn júst tað sama.
-------------------------------------------------
Høgni luttekur í oktober á íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves í Reykjavík.
Væntandi gevur Lena út fløgu einaferð í heyst, møguliga í oktobur.