"Sangurin er ikki borðbærur"

Marni Kruse av Oyrabakka brúkti mikumorgunin frá 03.30 til kl. 06 at yrkja sín heilt egna G! sang. Talan er tó ikki um ein officiellan G! sang.

 

"Orðini eru ikki so pen, so eg haldi, at tað er best ikki at sitera for nógv úr honum," sigur Marni flennandi.

 

"Hann snýr seg um lívið her á G! festivalinum. Um hvat hendir og um hvat kann henda."

 

Biðin um at beskriva sangin svarar Marni:

 

"Hann er rættiliga catchy. Tað er skjótt at fanga bæði orð og lag, so hann er nokk so lættur at fáa fastan í høvdið. Eg havi longu nú hoyrt fleiri sungið hann her á økinum, so eg haldi, at hann er við at koma runt her á økinum. Tað er faktist nokk so stuttligt," sigur ein glaður Marni.

 

Sangurin varð fyrstu ferð framførdur alment á Rás2 fyrr í dag, har Marni sang við einum back-up kóri, ið sang við í niðurlagnum.