Sangurin bindur saman fólkið

Eins og undanfarin ár, var aftur í ár sjálvur enda-brest-ur-in á ársins Jazz-festivali ein gospel-framførsla. Út-lendsku nøvnini innan gos-pel-tónelik hava ikki ser-merkt Jazz-festivalin sein-astu árini, men heldur eru tað okkara heimligu kreftir, ið eru slopnar at royna seg. Aftaná royndir í fleiri ár m. a. at fáa M.C. Restorff at luttaka, játtaði hann hesa ferð at vera við, og enn eina ferð hoyrdu vit frálíka gos-pelkórið ?Voices of Praise? royna seg.

Eins og undanfarin ár, var aftur í ár sjálvur enda-brest-ur-in á ársins Jazz-festivali ein gospel-framførsla. Út-lendsku nøvnini innan gos-pel-tónelik hava ikki ser-merkt Jazz-festivalin sein-astu árini, men heldur eru tað okkara heimligu kreftir, ið eru slopnar at royna seg. Aftaná royndir í fleiri ár m. a. at fáa M.C. Restorff at luttaka, játtaði hann hesa ferð at vera við, og enn eina ferð hoyrdu vit frálíka gos-pelkórið ?Voices of Praise? royna seg.


M.C. Restorff

and friends

M.C. restorff var fyrstur á pallin. Hóast hann ivaleyst man vera eitt tað kendasta navnið innan føroyskan gos-peltónleik seinastu mongu árini, so hevur hann ikki verið nógv frammi á almennum palli, men stutt-ligt var at hoyra hann og vinfólk hansara framføra bæði kendar og enntá eisini fleiri ókendar sangir. M.C. var hesa ferð væl stuðlaður av bæði tónleikarum og sang-ar-um, so sum Gunnar G. Guttesen, Jan Zac-h-ar-ias-sen, Bjarni Jøkladal, Nils Olsen og Bárður Háberg, sangarum sum Linda Petersen, Jóhanna Rasmussen, Dánjal Gudjónsson og yngstu dóttir síni.


Aftaná eina jazz-fussiónsinspireraða byrjan fekk M.C. eina góða byrjan við beinleiðis skifti yvir til ein av sínum ?gomlu? slagarum. Undir allari framførsluni megnaði M.C. framúr væl at halda saman uppá framførsluna við góðum frágreiðingum um hvønn einkultan sang, eins og eitt sindur av søguligari frágreiðing fylgdi við. Bert ein enskur sangur var á skránni, nevniliga Oslo Gospel Choir sangurin ?Shine your light?. Annars vóru allir hinir á føroyskum.


Serstakliga sangirnir ?Mánin?, ?Sanganna Veingir? og ?Bønarfólkið? fangaðu. ?Mánin? varð sera væl framførdur við varierandi broytingum, bæði í tónleiki og sangi. At slíkar ?sangperlur? liggja goymdar í so mong ár er spell, men ikki minni gleðiligt, at tílíkir persónar sum M.C. fáa hann í hondina og gera nakað við hann, er bara at fegnast um. Sera heppisligt var tað valt at lata lítla smádrongin Dánjal Gudsjónsson sleppa framat við einum sangi sum t.d. ?Sanganna Veingir?. Dánjal setti prikkin yvir i´ið við síni vøkru barnarødd, og sangurin hevði annars eisini eina fullkomna rammu, allur sum hann var. Harumfrmat royndi Dánjal seg eisini ið øðrum sangum og á sama hátt kom hann væl frá øllum. Sangurin ?Bønarfólkið? var ein tøkk til tey gomlu, sum í dag kanska eru burturgloymd og sett til síðis, sum hava hildið og halda øllum Guds verki uppi við bønum - og samstundis var hetta ein áminning til okkum í dag, sum kanska lata bønarstavin fella, um at virða bønina og halda henni uppi, tí so skal alt Guds verk eydnast. Ein sera vakur sangur sungin duett saman við Lindu Petersen, sum hevur eina sera vakra og reina rødd, og sum eisini dugir kynstrið at variera við røddini, so tað hóskar við sangin. Sangurin ?Lít allar tínar leiðir? var eisini væl sungin, bæði á donskum og føroyskum, eftirsum M.C. greiddi frá, at hann hevði vitjað inni á Café Luther í Keypmannahavn og har framført henda vælkenda sálmin.


Samanumtikið ein avbera góð og forkunnug framførsla, sum avgjørt er verd at hoyrast ein aðra ferð á øðrum stað í landinum. Nú kann eg hugsa mær, at M.C. fyri tað mesta ber fram sangir sínar innan Brøðrasamkomurnar, men um aðrar meiri ?almennar? framførslur kundu verið hildnar, átti hetta at verið gjørt.

Voices of Praise

Hetta kórið er ivaleyst komið fyri at vera, og spírin man eisini verða lagdur í tí mennandi sang- og ungdómsarbeiði sum verður gjørt innan føroysku Heimamissónina. Kórleiðarin Ásbjørn Berthelsen ger eitt sera stórt arbeiði fyri at halda hesi uml. 30 ungfólkini til, bæði sangliga og tónlistarliga. Nú hoyrdi eg seinastu ferð tey sungu á árliga Gospelfestivalinum í ár, og ta ferðina hevði eg mínar viðmerkingar til sjálva avpussingina, ið neyðug var. Hetta er bøtt munandi um nú, eins og solorøddirnar nú eru blivnar enn stinnari. Tað einasta kundi verið sjálvt sangúrvalið, tí tað var ikki nógv nýtt á skránni til hesa framførsluna. Tó so, sangirnir ?Oh, for a thousand tounges to sing? og ?Oh how I love Jesus? vóru tvey sera væl eydnað løg, ið eg ikki havi hoyrt í hasum stílinum fyrr. At tað ber til at broyta traditionell løg er ofta roynt, og her var so eitt dømi, ið eydnaðist væl.


Her er bara gott í væntu hjá hesum ungu fólkum, bæði á tí tónlistarliga og sangliga. Sæð burtur frá teimum smáu villunum, ið komu upp ímmillum tónleikarar og sangarar, so kundi breiðast útyvir framførsluna sum heild. Eitt sum haltar álvarsliga er andlitið úteftir, sjálvur kórleiðarin, ið saktans kann vera meiri opin fyri lurtarafjøldini, t.v.s. koma við stuttum viðmerkingum til sangirnar, tað hevði eg sum lurtari virðismett nógv. Eitt tilvildarligt ?gott kvøld? at byrja við var ikki beinleiðis sannførandi yvir fyri lurtarunum. Tá so kórið varð komið uppaftur á pallin aftaná endaðu framførsluna, lat kórleiðarin okkum lurtarar vita, at hann ikki rættliga hevði hugsað um nakað eykanummar, men eg legði merki til at tveir solosangarar longu høvdu stillað seg tilreiðar at syngja, so ivaleyst varð hetta avtalað frammanundan, og sera væl ljóðaði sangurin ?Sing to the Lord? og lurtafjøldin kom rættuliga við og klappaði, so tað rungaði um alt Norðurlandahúsið.


Tøkk til tykkum, ið hava ábyrgdina fyri hesum tiltøkum og tykkum, ið so væl framførdu. Vit síggjast aftur til næstu ferð tit royna tykkum, og haldið á, tað lønar seg!