Sangurin bindur fólkið saman

Sangluttøka verður bæði úr Kollafirði, Hoyvík, Sandoynni og úr Havn, tá samkoman Oasan skipar fyri sangmøti sunnukvøldið.

Hoyvík: Møtið byrjar klokkan 18 og verður nógvur sangur á skránni, eins og fleiri fólk fara at hava vitnisburð millum sangirnar.

- Vit síggja fram til eitt frálíka gott kvøld. Tað er altíð gott at koma saman um tað, sum hevur við Jesus at gera, sigur ein av fyrireikarunum Torbjørn Láadal.

Tey, sum fara at taka lut við sangi, verða Hanna og Terji úr Kollafirði, Oddbjørg Poulsen úr Havn, Oasubrøður, feðgarnir Gerhard og Sámal Hanne Lognberg úr Skopun og bygdarmaður teirra Hallmar Winther.

Aftaná møtið verður ein góður drekkamunnur at fáa við onkrum góðum aftur við.