Sangur við John Lennon og Mick Jagger funnin

John Lennon og Mick Jagger sungu ein sang saman í 1973 Mick Jagger er knappliga komin í tankar um, at hann spældi ein sang inn saman við John Lennon í 1973. Sangurin, sum bleiv tikin upp í studio í Los Angeles, í 1973 eitur: ?Too many cooks spoil the soup?. Sangurin er framleiddur av John Lennon. Ein lurtari hjá BBC hevur mint Mick Jagger á sangin. Gamla unnustan hjá John Lennon; May Pang eigur eitt masterband við sanginum. Sangurin hjá Lennon og Jagger verður við á næstu fløguni hjá Mick Jagger: ?The very best of Mick Jagger?