Sangur í serflokki kring landið

Í næstum kemur kendi føroyski sangarin Ernst Sondum Dalsgarð til Føroya at framføra á konsertum kring landið, og á konsertini í Klaksvík luttekur kórið Suð

Konsertir

 

Við sær á konsertferðini í Føroyum hevur Ernst songkvinnurnar Merete Sveistrup og Pia Schnack. Tey fara at borðreiða við alskyns perlum úr operum og sangleikum. Við til Føroya kemur eisini kendi klaverleikarin Vagn Sørensen, sum eitt nú fer at framføra eitt soloverk fyri klaver, ið hevur sín uppruna í operaheiminum.

Ernst Sondum Dalsgarð er kendur av flestu tónleikaranjótarum her á landi, og hann er rættiliga við at fáa fótin fyri seg sum solistur á Kongaligu Operuni í Keypmannahavn, har hann er í starvi sum sangari. Eisini á øðrum kendum pallum hava boð verið eftir honum, og eitt nú var hann solistur í kendu operuni hjá Donizetti – Elskovsdrykkurin - fyri nøkrum árum síðani.

Tey fara at ferðast kring landið við einari fjølbroyttari skrá – við hegnisliga úrvaldum sangum. Nevnast kunnu O Solo Mio, Brindisi (drekkivísan) úr La Traviata, Nessun Dorma, Habanera (úr Carmen), Flogmúsin og Wienerblut. Eisini verður tónleikur við íblástri úr fólkatónleiki úr Italia, Onglandi, Týsklandi, Danmark og Føroyum at hoyra.

Saman nevna tey seg ”Det Syngende Selskab”, og málið hjá teimum er at geva øllum eina operauppliving, ið tey ongantíð hava fingið áður.

Á konsertini, sum verður í Klaksvík, luttekur eisini kórið Suð við Steinvør Fonn sum leiðara.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið hesar konsertir upp at standa, siga Konsertfelagið og Norðurlandahúsið, sum eru saman um tiltakið.

Konsertirnar verða hesar: Hósdagin 27. mars klokkan 19.30 (Mentanarhúsið, Fuglafirði), fríggjadagin 28. mars klokkan 20.00 (Ósáskúlin, Klaksvík - saman við kórinum Suð) og sunnudagin 30. mars klokkan 16.00 (Norðurlandahúsið).

Atgongumerki á 100 krónur fáast í Norðurlandahúsinum ella á heimasíðu Konsertfelagsins: www.konsertfelag.net