Sangur á Sandi

Leygarkvøldið 4. november klokkan 19.30 verður eitt hugnakvøld við sangi í Virkinum á Sandi. Tá er ætlanin at syngja gamlar og nýggjar sangir, sum eru yrktir til Sands bygd ella Sandoynna, ella sum hana samband við oynna. Fyrireikararnir vilja fegnir hava fatur á honum ella henni, sum hevur onkran sang, sum teir ikki hava fingið fatur á enn til tiltakið. Aftan á hugnakvøldið verður dansur við nýggja dansibólkinum Sand Dansband.