Sangur úr sámalandi á G!

Enn eitt spennandi norðurlendskt navn er í dag komið á G! skránna, talan eru um sámisku joik-duoina Adjagas. Tá ið risastóri enski Glastonbury festivalurin um tveir mánaðir letur dyrnar upp, verður tað fyrsta, teir 137.500 gestirnir hoyra, eitt suð av samiskum kavaflykrum. Joik-duoin Adjagas hevur fingið æruna at opna Glastonbury í ár. Og fáar vikur seinni standa tey á palli í Syðrugøtu.

 

?Adjagas? nevnast tey. Orðið er sámiskt, sjálvsagt, og merkir ?sinnisstøðan millum svøvn og vøku.? Tá tú droymir og er vakin í senn. Navnið er valt, tí tað er í hesum løtum, at joiksangurin kemur til fólk. Hann kemur sjálvur.

 

Tað nyttar ikki at ætla sær at skriva ein joiksang. Tá hevur hann onga sál. Joikurin má koma, tá hann ætlar sær.

 

Tað eru tey bæði, Sara Marielle Gaup og Lawra Somby, sum mynda Adjagas. Bæði hava sín uppruna úr sámiska samfelagnum. Saman við teimum á palli eru dugnaligir, norskir tónleikarar á eitt nú trummum, guitara og banjo.

 

Sjálvt um bólkurin bert hevur 3 ár á baki, hava tey longu sligið navn sítt fast sum ein hin gitnasti og størsti bólkurin, sum í seinastuni er sprottin úr dynamiska, norska tónleikaumhvørvinum.

 

Tað er ikki við buldri og braki, at bólkurin hevur vunnið sær tokka ? men heldur við at tøla og binda við sínum vakurt viðbreknu sangum og lítillætnu framførslum, sum einamest minna um eina kavaflykru frá samisku fløtunum.

 

Samanberingin við Sigur Rós og Cowboy Junkies er nærliggjandi, og verður íðiliga brúkt av bretskum og amerikanskum ummælarum.

 

Uppliv Adjagas á myspace.com/adjagas