Sangskrivararnir sleppa at syngja aftur

Tónleikakappingin Singer/ Songwriter á Hotel Hafnia Lounge fer aftur av bakkastokki leygarkvøldið. Danskir tónleikaskótar ætla at lurta eftir finaluni í kappingini

Leygarkvøldið fáa evnaríkir sangskrivarar og sangarar aftur møguleika fyri at framføra sín tónleik alment. Hotel Hafnia Lounge verður aftur í ár karmur um tónleikakappingina, Singer/Songwriter, sum fløguaktuelli, Kristleif Zachariassen, vann í fjør.
Michael Jensen er ein av fyriskiparunum av Singer/ Songwriter-kappingini, og hann sigur, at kappingin varð væl móttikin bæði av áhoyrarum og tónleikarum í fjør, og tí gjørdu fyrireikararnir av at skipa fyri kappingini aftur í ár.
?Loungin var full til hvørt umfar í fjør, og eg vænti tað sama í ár. Føroyingar elska at hoyra nýggjan føroyskan tónleik, og við hesum tiltaki eru vit við til menna føroyskan tónleik, sigur Michael Jensen
Fimm lutakarar hava higartil boðað frá luttøku í ár, og tað er nakað minni enn í fjør.

Tveir finalistar
Kappingin í ár verður skipað í tveimum undanumførum og síðan einum finaluumfari. Tónleikarar spæla í alt trý løg í part- tvey skulu vera egin, men eitt lag stendur teimum frítt at syngja.
Lutakararnir verða síðan vigaðir av trimum dómarum, sum gera av hvør sleppur víðari í finaluumfarið. Kappingin er skipað so, at bert ein luttakari sleppur víðari úr hvørjum umfari.
Michael Jensen greiðir frá, at tónleikarskótar úr Danmark hava ætlanir um at koma til Føroya at lurta eftir finaluni í kappingini.

Vælumtókt sjangra
Uttanfyri Føroyar er Singer/Songerwriter tónleikasjangran ógvuliga væl umtókt í løtuni. Tónleikasjangran er sprottin úrUSA og til Evropa. Millum kendu nøvnini innan Singer/ Songwriter sjangruna kunnu nevnast John Majer, David Gray og okkara egni Teitur Lassen

Fakta: Lutakararnir í 1. umfarí Singer/Songwriter-kappingini

Atli Joensen

Rókur J. Jákupsson

Jóan Petur av Stongunum