Sangskrivarakapping fyri solistar og bólkar

Liet International, europeiska sangkappingin fyri minnilutamál, verður í ár hildin tann 27. november í An Orient í Fraklandi. Norðurlandahúsið stuðlar einum møguligum føroyskum finalisti við ferðaútreiðslum, meðan Liet International bjóðar uppihaldi í Frankaríki.

Freistin at senda sangir inn, er tann 1. september. Finalistarnir verða kunngjørdir eina viku seinni, tann 8. septembur, á heimasíðuni liet.nl.

Tilmelding, reglugerð og aðrar upplýsingar finnur tú á heimasíðuni www.liet.nl/en/internationaal/

Fleiri upplýsingar fáast eisini við at venda sær til Eyðfinn Jensen í Kringvarp Føroya. Teldupostbústaðurin er eydfinn@kringvarp.fo

 

Ætlanin er at kanna hesa kappingina nærri og vita hvørjir møguleikar liggja í hesari kapping framyvir. M.a. hava samar luttikið í kappingini og sagt verður at kappingin veksur á hvørjum ári og eisini áhugin fyri kappingini, sigur Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.