Sangskrivarakapping fyri nýggjum landsliðssangum

Fótbóltssamband Føroya og sendingin "Triði hálvleikur" hjá Rás 2 útskriva eina sangskrivarakapping um at gera

fjepparasangir til Føroysku fótbóltslandsliðini. Kappingin er bæði fyri bólkar og einstaklingar.

 

Tað er einki krav um ávísan tónleika-stílform. Talan kann verða um bæði pop, rock, country, remix o.s.fr.

 

Ein dómsnevnd við trimum fólkum kemur at velja millum nr. 1, 2 og 3, sum fáa tillutað ásettar vinningar.

 

Kappingarreglur:

 

Sangirnir vera dømdir eftir hesum 4 punktum.

 

1. Fjepparasangur

a. Sangirnir skulu vera skrivaðir til Føroysk fótbóltslandslið.

2. Melodiøsir

a. Fangandi melodiur sum fólk flest hava hug at taka til sín, ein sokallaður "oyrahangari" og ein

potentiell "landaplága".

3. Sangbærur

a. Sangirnir skulu vera einfaldir og lættir at syngja bæði hjá einstaklingum, og hjá einum

fjepparaskara av fólki í øllum aldri.

b. Sangirnir eiga at verða á føroyskum

4. Stimbrandi

a. Teksturin skal verða stimbrandi og hóskandi til at heppa á leikararnar.

 

Treytir fyri at luttaka:

 

Sangirnir skulu vera innspældir í góðari digitalari góðsku, sum er egna til at spæla í útvarpi til landsdystir og

at geva út. Sangirnir skulu sendast til Fótbóltssamband Føroya.

 

Fótbóltssamband Føroya tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar sangir.

 

Við at luttaka í kappingini gevur tað Fótbóltssamband Føroya rætt til at brúka sangirnir í samband við dystir,

og tiltøk har tað er hóskandi og at geva sangirnar út á fløgu ella á heimasíðu.

 

Remix:

 

Um eitt remix verður gjørt, so skal ein listi yvir nýttar uppruna sangir, og ein váttan um at eigarin hevur givið

loyvi til at brúka ásetta sangin sendast við til Fótbóltssamband Føroya.

Vinningar :

Vinningur verða til nr 1, 2 og 3 í sangkappingini. Vinningarnarir eru ávíkavist kr. 7.000, kr. 5.000 og kr. 3.000 til nummar 1, 2 og 3 í sangkappingini.

 

Bonus verður at spæla "live" sum upptakt til Dystin ímóti Italia 2. Septembur 2011 (í dansifrøi)

Lutakast verður millum teir innsendu kvalifiseraðu sangirnir um aðrar fótbóltsvinningar, m.a. atgongumerkir

til landsdystin millum Føroyar og Italia

Freistin fyri at lata sangir inn er 15. august 2011.

 

Fyrispurningar kunnu sendast til josva@football.fo ella á tlf 29 19 73