Kristjana Stefánsdóttir, sum er sanglærari, verður við Jógvani Hansen á Sumar Festivalinum
Kristjana Stefánsdóttir hevur vunnið fleiri altjóða prísir og er víðagitin fyri sína sterku og vøkru jazzrødd. Hon er ein av kendastu tónlistafólkum Íslands og hevur eisini givið sínum landsmonnum góðar upplivingar á palli og hollan kunnleikan innan sangvenjing og sangteknik. Ein av hennara nýggjastu næmingum, er føroyingur Jógvan Hansen, sum vónar at sanghugaðir føroyingar fara at nýta gylta møguleikan at læra av íslendska meistaranum.
Skeiðið verður hildið í Atlantis í Klaksvík mikudagin og hósdagin, báðar dagarnar frá kl. 16 – 20 og frá mánadegnum verður høvið at tekna seg til skeiðið á heimasíðuni hjá Summarfestivalinum.
12 pláss eru tøk, har hvør einstaki næmingur fær persónliga undirvísing og røttu amboðini at menna røddina og sangevnini.
Eisini er møguleiki at fylgja skeiðinum, uttan tó at vera beinleiðis partur av hesum.