Aftur í ár er tað afturvendandi sangskeiðið hjá Heimamissiónini í Nesvík. Kórið hevur nú vant í eina knappa viku, og sangskeiðið endar við einari konsert í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin klokkan 19.
Í ár er Ásbjørn Berthelsen kórleiðari hjá stóra kórinum. Ásbjørn er ættaður av Strondum. Hann hevur drúgvar royndir sum kórleiðari hóast ungur enn. Hann leiðir eisini kórið VOX. Tað eru mangar familjur, sum eru á sangskeið mestsum á hvørjum ári. Sosiala parturin liggur ikki eftir. Eitt barnakór er eisini, og tí liggur væl fyri hjá familjum at fara á sangskeið í barnavinarliga umhvørvinum í Nesvík.
- Tað hevur gingið sera væl hesa vikuna. Sangararnir læra skjótt og væl. Vit eru faktiskt longu klár til konsertina leygardagin, segði Ásbjørn, tá ið Sosialurin møtti upp til venjing í Nesvík í gjár.
- Vit skulu líka verða samanspæld við tónleikararnar. Kórið og tónleikararnir hava vant hvør sær, og í dag er fyrsti dagur, at vit hava vant saman. Annars fer restina av tíðini til at fínpussa, sigur Ásbjørn.
Høgur miðalaldur
Miðalaldurin í ár er lægri enn vanligt. Ásbjørn dugir ikki ordiliga at siga, hvør orsøkin er til tess.
- Tað eru sera nógv ung. Serliga eru tað nógv, sum akkurát hava aldur at vera við í stóra kórinum. Tað er óheppið, at tað ikki er eitt javnt býti millum aldursbólkarnar, sigur hann, men hann dugir ikki at siga, hví tey eldru halda seg aftur at koma.
Sangskeiðið er eitt stórt tiltak, og Ásbjørn er sera errin av at sleppa at vera kórleiðari.
- Eg havi altíð verið til sangskeið. Pápi mín sat í sangnevndini, sum skipar fyri sangskeiðnum. Í mínum hugaheimi hevur sangskeiðið altíð verið tað størsta tiltakið í landinum innan kór, og tí er tað eisini sera stórt, at eg nú sleppi at leiða kórið. Eg segði nei fyri trimum árum síðani, tá ið eg eisini varð spurdur, tí at tá kendi eg meg ikki kláran. Men eg havi ment meg nógv síðani tá, og hetta hevur verið eitt sera gott upplivilsi og læruríkt higartil, sigur Ásbjørn. Tað hevur gingið væl undir venjingunum, og Ásbjørn lovar eina rimmar konsert leygarkvøldið.










