Hugskotið um at seta á stovn sangskúla í Føroyum er ikki nýtt og Ólavur Hátún er ein teirra, ið hevur arbeitt við at fáa hetta til veruleika.
Hann greiðir frá, at vit í mong ár hava havt samvinnu við íslendskt tónleikalív. Longi varð arbeitt við at fáa í lag musikskúla og tá hesin kom, vóru lærararnir íslendskir.
- Tá fyrsta kórstevnan var í Vági í 1982, ella har á leið, vitjaði Jón Stefansson og konan Óløf Kolbrún Harðardóttir, ið er songkvinna. Til Atlantsljóm fyri stuttum vitjaði polskur tónleikalærari og dirigentur, ið lovaði at útvega fremstu solistar og dirigentar. Og hann peikaði júst á Óløf, sigur Ólavur og nevnir, at hesi fólk hava verið við at byggja upp sangskúlan í Íslandi.
Ísland er eitt av teimum fáu londunum, ið hava veruligan sangskúla. Hesin hevur givið sera góð úrslit og hevur havt alstóran týdning. Umframt, at sanglærarar spyrjast burturúr, finnast í dag eini 40 íslendskir kendir sangarar á kendu sang- og operahúsunum kring knøttin.
Drúgv ætlan.
Ólavur hevur sjálvur ikki so nógv við sjálvan sangskúlan at gera, men nevnir seg meira sum hugsunnarmann aftanfyri og ein, ið hevur verið við til at seta í gongd. Mong skeið hava verið millum ár og dag og fundast hevur verið óført. Men nú er gongd komin á og ein sangskúli í Føroyum er nú veruleiki.
Hesin virkar eftir somu reglum, sum tann í Íslandi. Pianistur er við til venjingarnar og dentur verður lagdur á, at sangarar eru ikki bert sangarar, men eisini tónleikarar, ið duga og hava innlit.
Í juni var upptøkuroynd og ikki stóð á at fáa næmingar. Hesir eru bólkaðir í fleiri bólkar. Sungið verður saman og sum einstaklingar. T.d. eru ungir sangarar og eisini er ein bólkur, ið nevnist Master Class. Eisini verður vant sum kór og miðað verður eftir, at framførsla verður í juli av verkinum Carmina Burana.
Alt fer fram í samvinnu við sangskúlan í Íslandi.
Góðar røddir í Føroyum
Stjóri og lærari er Garðar Cortis, sum eisini er stjóri á íslendska skúlanum, og so er eisini Óløf Kolbrún Harðardóttir lærari.
Føroyingar undirvísa í teori. Næmingarnir fara upp til roynd, eins og gjørt verður t.d. á Musikskúlanum.
Ìslendsku lærararnir vænta sær nógv av sangskúlanum. Teir siga, at í Føroyum eiga vit góðar røddir og eisini hava føroyingar óvanliga gott oyra.
Lagt hevur verið fyri í Havnini. Fyrrapartar heldur skúlin til á Frúutrø og seinnapartar í Kommunuskúlanum. Flestu næmingarnir eru úr Havn, men næmingar teljast eisni úr 8 bygdum. Sum tíðin gongur, er eisni ætlanin at fáa bygdirnar við.
Tað er Petra Iversen í Kvívík, sum hevur føroysku umsjónina við skúlanum.










