Ebenezerkórið tekur lut á sangmøti í Filadelfia í Gøtu í annaðkvøld. Kl. 18 í annaðkvøld verður sangmøti í Filadelfia, sum er salurin hjá brøðrasamkomuni í Gøtu. Gøtufólk fáa vitjan úr Havn. Talan er nevniliga um Ebenezerkórið, sum undir leiðsla av Jens Christiani Guttesen kemur at syngja. Einstaklingar og bólkar koma eisini at syngja á sangmøtinum.