Sangløta í Siloa

Felagssangur og Bárður á Lakjuni eru á skránni sunnukvøldið

Í annaðkvøld, sunnukvøldið, 12. januar, kl. 19, verður sangløta í Siloa í Fuglafirði, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni er  felagssangur við góðum undirspæli.

Bárður á Lakjuni framførir einar tveir sangir, men annars verður alt felagssangur.

Aftaná verður ein hugnalig løta við einum góðum drekkamunni.