Ólavur Hátún
???????????
Sangleikurin Jósef hevur nú havt sína seinasta sýning, og eftir sita vit mongu við upplivingini í sál og sinni av allarhelst tí dygdarbestu og fjølbroyttastu føroysku framførsluni, sum higartil hevur verið í Norðurlandahúsinum.
Her skal onki verða tikið fram um annað, alt var á slíkum professionellum støði, at tú mátti sita undrandi frá byrjan til enda. Tøkk skulu tit eiga tit leikarar, dansarar, ungdómskór og barnakór, tónleikarar, sangsolistar, teksttýðarar, klædnasniðgevar og pallsmiðir umframt øll tit mongu, sum skipaðu fyri í tí leikilistarliga og tí tónleikaliga. Til Føroya Studentaskúlan & HF-skeið, Tórshavnar Musikkskúla og til Norðurlandahúsið skal ein heildartøkk ljóða fyri, at tey tóku hendur saman og aftur lótu okkum sanna, at vit eiga ein gávuríkan, fagran og fúsan ungdóm, sum boðar frá góðum fyri hetta land í komandi tíð.
Framførslukvøldið í Norðurlandahúsinum sat eg saman við Garðari Cortes, fremsta manninum innan sangskúla- og operuheimin í Íslandi. Eftir framførsluna segði hann: »Eg havi sæð og hoyrt hendan leik fleiri ferðir í professionellari uppseting bæði í London og í Reykjavík; men hendan framførslan var tann besta, eg higartil havi upplivað!«