Sangleikurin "Grease" í Norðurlandahúsinum

Undirtøkan fyri sangleikinum hevur verið góð í mentanarhúsinum í Fuglafirði, og nú verður farið í Norðurlandahúsinum við sangleikinum

ENám 10-floks Sangleikabreytin fer nú at framføra sangleikin "Grease" í Norðurlandahúsinum. Leikurin varð framførdur um mánaðarskiftið mars/apríl í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og ummælini vóru sera góð. Eitt nú fekk leikurin 6 av 6 stjørnum í ummæli í sendingini "Nón" í KVF. Yvir 3.000 fólk sóu leikin í Fuglafirði, og nú fáa fólk so eisini høvi at njóta leikin í Havn. Tað er útselt til sýningina fríggjakvøldið 10. mai, men enn er pláss hóskvøldið 9. mai.

Undanfarnu árini hevur breytin millum annað pallsett "High School Musical" 1 og 2 og "Tarzan the Musical". Alt leikir sum hava verið sera væl vitjaðir.

Sangleikabreytin er partur av eNám samstarvinum, ið er samstarv um 10. flokk millum Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og skúlan við Streymin. Umleið 45 næmingar ganga á sangleikabreytini í ár. Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond.

Nærri kunning um sýningarnar finst á heimasíðuni nlh.fo.