Aftur í ár borðreiðir eNám 10. floks Sangleikabreytin við einum sangleiki.
Undanfarnu árini hevur breytin millum annað pallsett "High School Musical" 1 og 2 og "Tarzan the Musical".
Alt leikir, ið hava hepnast væl, og sum hava verið sera væl vitjaðir. Hesaferð er eisini talan um heimskendan leik - kanska ein tann best umtókta yvirhøvur - nevniliga GREASE! GREASE verður sagdur at hava alt, ið ein sangleikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið spæla bæði tónleik og sjónleik.
Sangleikabreytin er partur av eNám samstarvinum, ið er samstarv um 10. flokk millum Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og skúlan við Streymin.
Umleið 45 næmingar ganga á sangleikabreytini í ár. Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Nærri kunning um sýningarnar og atgongumerki finst á heimasíðuni ffs.fo, ið er heimasíðan hjá Fuglafjarðar skúla.