Sangleikur
Godspell er ein av best umtóktu Broadway-leikunum nakrantíð, og leikurin hevur verið spældur kring allan heimin, og nú eisini í Føroyum. Tað eru næmingar og fyrrverandi næmingar á Studentaskúlanum í Hoydølum, sum framføra leikin, sum fyrstu ferð var á palli 17. mai í 1971.
Jesus-leiklutin hevur Líggjas Olsen, sum eisini er kendur úr bólkinum Deja-vu. Ria Tórgarð hevur leikstjórnað leikinum, og Hans Olivur Højgaard Joensen er lærarin, ið stendur aftanfyri meginpartin av arbeiðinum.
? Vit byrjaðu longu við skúlabyrjan at fyrireika leikin, sigur Hans Olivur Højgaard Joensen. ? Tey ymsu loyvini og umsóknir skuldu fáast uppá pláss, og tá høvdu vit eisini "audition" til leikin. Fólk kundu tekna seg til audition, men av tí, at ikki var nóg mikið av mannligum sangrøddum hava vit verið noydd til at fáa hjálp uttanifrá frá Líggjas og Espen.
Eini 20 fólk høvdu teknað seg til upptøkuroyndina, og tørvur var á umleið 15 fólkum. Tey vórðu útvald eftir dygd. Tað vil siga, hvussu væl tey duga at syngja og spæla.
Spældur á skúlanum
Leikurin verður allur spældur á skúlanum. Tveir pallar verða brúktir til hetta høvið, og sigast kann, at plássið er væl brúkt. Eini 200 sitipláss er, og tað eru bert 100 minni enn tað var til Skeyk, sangleikin, sum Studentaskúlin spældi fyri nøkrum árum síðani uppi í Norðurlandahúsinum. At Godspell verður spældur á Studentaskúlanum hevur eisini við sær, at leikurin er rættiliga bíligur at framleiða, og ikki krevur tí ikki teir heilt stóru fíggjarkarmarnar.
? Vit hava vant hart, greiðir Hans Olivur víðari frá. ? Áðrenn jól vandu vit, tað vil siga høvuðsleikararnir, einaferð um vikuna, og nú aftaná jól tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Seinastu 14 dagarnar hava vit so verið her hvønn tann einasta dag. Kórið hevur vant eina ferð um vikuna í fýra mánaðar og tað sama við orkestrinum.
Alt er ikki rættiliga klárt enn. Eitt sindur skal málast ymsastaðni afturat, ljósið skal stillast inn og onnur smáting skulu eisini fáast uppá pláss.
Leikurin er hálvan annan tíma til longdar. Eini 15 sangir, og ímillum hvønn sangin er ein sjónleikur, mimikkur ella eitt líknilsi.
? Tað hevur verið eitt stórt arbeiði hjá Riu Tórgarð at fáa alt at hanga saman. Í leikinum eru eini 25 pallskift, so tað er ikki bara sum at siga tað.
Livandi og intenst
Av tí at leikurin er runt í nærum øllum hølinum, so verður atmosferan heilt serlig. Leikararnir venda sær beinleiðis til áskoðararnar, og full ferð er á alla tíðina. Hetta kann í øllum førum sigast eftir teimum báðum brotunum, ið vóru víst fyrrapartin í gjár.
At hetta var fyrsta ferðin leikararnir framførdu fyri áskoðarum sást ikki aftur á teimum. Tað riggaði væl, men kundi kanska viðhvørt tykjast eitt sindur fløkjasligt, tá pallarnir, ið nýttir verða, standa í hvør sínum enda av hølinum. Men bæði kór og leikarar dugdu væl, og lagt er upp til eina spennandi framførslu.
Í kvøld er aðalroyndin, og í annaðkvøld, mikukvøldið verður leikurin frumframførdur. Atgongumerki ber til at ogna sær á Kunningarstovuni. Leikurin verður bert sýndur til og við komandi týskvøld, av tí at næmingar skulu á námsferð.