Leikurin snýr seg um Varmakeldu ? siðsøgu, sum er knýtt at kelduni, um marmenlar, fjørutrøll og um ta grøðandi megi, ið keldan hevur. Tað eru sættu flokkarnir í Fuglafirði, ið framføra Sættu flokkarnir í Fuglafjarðar skúla fara at spæla sangleikin: Varmakeldunátt í viku 26. Spælt verður hvørt kvøld kl 20:00 í Mentnarhúsinum í Fuglafirði - frá mánadegnum 22. juni til leygardagin 27. juni. Hendan dag verður sýningin eisini kl 16:00.
Skrivað leikin hevur Frits Johannesen . Í leikinum eru yrkingar av Petur Martin Peter-sen, Hilmar Petersen, Alexandur Kristiansen, Frits Johannesen og Hans Andreas Djur-huus.
Eyðun á Lakjuni hevur smíðað øll løgini , uttan Hjørtu, kvirr, nú setur sól. Orðini eigur Alexandur Kristiansen, lagið Th. Laub og Varmakelda, orðini eigur H. A. Djurhuus og Jógvan á Lakjuni hevur gjørt lagið.
Eyðun á Lakjuni hevur eisini lagt tónleikin til rættis. Ein tónleikabólkur verður við, har Høgni Klakkstein og Jan Rúni Poulsen hava slagverk um hendi, Bárður á Lakjuni spælir bass, Eyðun á lakjuni klaver og Pól Wolles spælir gittar.
Pia Andersen, lærari hevur seymað búnarnar. Flokslærarar eru Eyðgerð Abrahamsen og Kjartan Sleire. Filmsupptøka, Kjartan Madsen og teskari, Mortan Berjastein








