Sangleikur um Seebach-feðgar

Í heyst verður nýggjur sangleikur um Tommy og Rasmus Seebach frumsýndur í leikhúsinum í Fredericia í Danmark.

Feðgarnir Tommy og Rasmus teljast millum best umtóktu poppsangarar í Danmark seinastu hálvu øldina. Tommy Seebach var stóri Grand Prix meistarin í Danmark í 1970’unum og 1980’unum, og hann útgav eisini væl umtóktar plátur.

Síðan 2009 hevur Rasmus Seebach verið ein av profilunum í donskum popptónleiki. Eftir gjøgnumbrotið við sanginum Engel hevur hann havt nógv hitt, og fleiri ár hevur hansara tónleikur verið mest seldi í Danmark.

Nú skal nýggjur sangleikur siga søguna um feðgarnar Tommy og Rasmus – um teirra tónleik og persónliga lív.

Fyrsta sýningin verður á Fredericia Teater 29. september 2017, og á sumri 2018 verður sangleikurin framførdur á Det Kongelig Teater í Keypmannahavn.