Sangleikur í Løkshøll mikukvøldið

Mikukvøldið 11. apríl kl 19:00 sýnir Tónleika- og Dramabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin “Eitt veruligt ævintýr”.

 

”Eitt veruligt ævintýr” er ein sangleikur, ið fer fram í tveimum heimum – einum ævintýrheimi og so eisini so eisini í einum veruligum, vanligum skúla. Ì leikinum hittir ein allar teir kendu ævintýr ’ævintýr-figurarnar’, t.d. Snjóhvítu, Øskufíu og stjúksystrarnar, Tornarósu, Prinsin á hvíta hestinum, Hans og Gretu, Klokkublómu, Reyðhettu, Gandaspegilin, Veiðimannin og fleiri onnur. Tá Gandaspegilin av óvart kemur at nevna, at hann kann senda ævintýrfólk inn í ’veruleikan’ fyri óndu stjúksystrunum hjá Øskufíu, verður alt ein ruðuleiki. Systrarnar fara ígjøgnum spegilin inn í veruleikan – beint inn í ein vanligan skúla. Tær koma skjótt í hóslag við Grímhild, Óðin og teirra harkalið, og so hendir mangt og hvat.

 

Tað eru lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum. Bárður á Lakjuni hevur gjørt orð og løg til sangirnar, og hann hevur lagt tónleikin til rættis.