Í døgunum 19. til 25. mars sýnir Tónleika- og Dramabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin Eitt veruligt ævintýr. Hesin ungdómsleikurin er fyri øll bæði stór og smá.
Eitt veruligt ævintýr er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram í tveimum heimum einum ævintýrheimi og so eisini so eisini í einum veruligum, vanligum skúla. Vit hitta allar teir kendu ævintýrfigurarnar, t.d. Snjóhvítu, Øskufíu og stjúksystrarnar, Tornarósu, Prinsin á hvíta hestinum, Hans og Gretu, Klokkublómu, Reyðhettu, Gandaspegilin, Veiðimannin og fleiri onnur. Tá Gandaspegilin av óvart kemur at nevna, at hann kann senda ævintýrfólk inn í veruleikan fyri óndu stjúksystrunum hjá Øskufíu, verður alt ein ruðuleiki. Systrarnar fara ígjøgnum spegilin inn í veruleikan beint inn í ein vanligan skúla. Tær koma skjótt í hóslag við Grímhild, Óðin og teirra harkalið, og so hendir mangt og hvat.
Sangleikurin hevur alt tað, ið ein slíkur leikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað eru næmingarnir sjálvir, ið spæla bæði tónleik og sjónleik.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum. Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og lagt tónleikin til rættis.
Skúlasýningar eru á skránni frá mánadegnum 19. til fríggjadagin 23.mars. Almennu sýningarnar eru: hóskvøldið kl 19:30, leygarkvøldið kl 20:00 og sunnudagin kl 16:00 og kl 20:00. Atgongumerki til almennu sýningarnar kunnu bíleggjast frá Kunningarstovuni í Fuglafirði og fáast annars til keyps 1 tíma undan sýning.