Í døgunum 21. til 27. mars sýnir sangleikabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin "Aladdin og magiska lampan".
"Aladdin og magiska lampan" fer fram í gamla Arabia fyri mongum, mongum árum síðani. Vit hitta Aladdin, fitta, festliga og sjarmarandi gøtudreinginum, sum eisini dugir at gera skálkalótir. Jasmine, prinsessan, og Aladdin gerast góð, men ymiskar forðingar eru. Ikki minst Jammal, óndi gandakallurin, og systir hansara gera um seg. Sultánurin og drotningin, ið er ein ordans groyggja, eru sjálvsagt eisini við. Andin í lampuni uppfyllir øll ynski - men hann er ikki heilt einsamallur, aðrir andar eru eisini við, og ein gamal dreki, ið hevur ilt við at spýta eld. Nógvir aðrir leiklutir eru eisini og gera sítt til, at leikurin bæði er stuttligur, spennandi og romantiskur.
Almennu sýningarnar eru leygarkvøldið 21. mars og sunnukvøldið 22. mars kl. 20. Týskvøldið 24. mars og hóskvøldið 26. mars kl. 19:30.
Skúlasýningarnar verða 23. - 27. mars í Mentanarhúsinum - kl. 09:00 og kl. 11:15. Leikurin er knappar 2 tímar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Bárð á Lakjuni, sanglærara greiða frá leikinum.
(Mynd: Rógvi á Lakjuni)