Leygarkvøldið, 29. mai verður sangløta í Christianskirkjuni. Hetta hendir eftir eitt tiltak 1. mai í ár og sum Tofta Streingjakór skipaði fyri, har eini fimm streingjakór savnaðust í missiónshúsinum á Toftum til venjing og í Fríðrikskirkjuni til konsert.
Tað er hetta stóra streingjakórið, ið nú kemur til Klaksvíkar at framføra. Tey eru umleið eini 120 sangarar. Eisini verður nakað av felagssangi og ein andakt.
Sangløtan er eisini ætlað sum eitt stuðulsátak til frama fyri virksemið hjá ABC-barnahjálpini. Talvan kemur at standa úti í forkirkjuni, har høvið verður at geva eina gávu til hetta arbeiði.
Sangløtan í Christianskirkjuni byrjar kl. 19:30.










