Skálavík: Leygarkvøldið var sangløta í missiónshúsinum í Skálavík. Tað vóru tey bæði, Sólrun Christiansen úr Skálavík og Klæmint Sólsker av Sandi sum skipaðu fyri hesi sangløtuni fyri teir sangglaðu sandoyingarnar.
Á sangløtuni luttóku fleiri kór og einstaklingar, allan vegin úr Suðuroynni, úr høvuðsstaðnum, umframt tær meiri lokalu sangkreftirnar, so sum Manskórið í Sandoynni, Oasubrøðurnir, Fríðbjørg Jensen & Fríðgerð Kjærbo.
Aftaná sangløtuna var ein góður drekkamunnur at fáa í missiónshúsinum.
sb.