Sangløta í Vesturkikjuni

Leygarkvøldið 29. desember 2012 klokkan 19 verður skipað fyri sangløtu í sambandi við, at Ovin Klein Olsen hevur givið sína fyrstu jólafløgu út á føroyskum, og eisini verða heimligar sangkreftir við.
Ovin Klein Olsen hevur saman við fleiri øðrum í 2012 givið ikki færri enn fýra fløgur út við andaligum tónleiki á – bæði við nýggjum og gomlum sangum.
– Byrjað verður stundisliga klokkan 19, so at sangløtan kann enda klokkan 21, soleiðis at fólk kunna sleppa yvir um fjørðin aftur við Teistanum klokkan 23:05 av Gomlurætt, siga fyrireikararnir.
Luttakarar eru á sangløtuni verða:
Ovin Klein Olsen
Fríðbjørg Jensen
Sangbólkurin »Teir fimm úr Norð Streymoy«
Nógvir ymiskir tónleikarar vera við.
Møguleiki er at ogn sær fløgur hetta kvøldið og tær eru hesar:
Tilbage til Livet
Valdið er í tínum hondum
Bjartir Vitar (teir 4)
Streingjakórið í G. MH. í Tórshavn CD Nr. 1
Tá ódnirnar herja
Halleluja! nú eru jól
– Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.