Í sambandi við mentanarvikuna í Runavík verður í kvøld klokkan 20 bjóðað til sangkvøld í Glyvra kirkju.
Sungnir verða bæði eldri og nýggjari sálmar, og nevnast kunnu Nú hvítna tindar eftir Grundtvig og Robert Joensen og Uttan teg eftir Martin Joensen.
Kór Glyvra kirkju fer eisini at seta dám á løtuna, og kórið fer eitt nú at framføra tvey sokallað Anthems kórvers eftir bretska tónaskaldinum, Thomas Attwood.