Á skránni var felagssangur, kvartettsangur, filmbrot, dramaleikur og tala. Yngra kvartettin í Betesda í Klaksvík og samkoman Kedron í Sørvági skipaðu fyri løtuni
Tá friður hevði lagt seg yvir Vága Floghavn leygarkvøldið, møttu úti við 300 fólk til eina sangløtu, sum byrjaði kl. 21.00.
Yngra kvartettin í Betesda í Klaksvík hevur tikið fólk við storm, tá tað snýr seg um góðan andaliga sang. Í Ítróttarhøllini í Klaksvík savnaðu teir umleið 800 fólk. Eisini hava sungið í Mentannarhúsinum í Fuglafirði og í Ebenezer í Havn.
Nú teir vóru á Vága Floghavn, møttu úti við 300 fólk. Talan var um eitt hugnakvøld við nógvum felagssangi, kvartettin sang fleiri sangir og ein dramaleikur bleiv sýndur fram. Eisini var filmbrot úr nýggja Jesus-filminum og tala. Teir sum manna kvartettina eru: Torkil Mørkøre, Petur Vitalis, Jóhan Páll Joensen og Jógvan Høj. Við sær høvdu teir eisini gittar- og trummuspælarar.










