Sangløta á flogvøllinum

Yngrakvartettin í Betesda fer at hava eina sangløtu í kantinuni á flogvøllinum í morgin, leygardagin

Skipað verður fyri sangløtu í kantinuni á flogvøllinum leygardagin klokkan 21, har vágafólk fáa høvi til at syngja við. Tað er yngra kvartettin úr Betesda í Klaksvík, sum skipar fyri hesari sangløtuni.
Á skránni verður felagssangur, Kvartettsangur, filmbrot, leikur og tala. Aftaná verður bjóðað kaffi við onkrum afturvið.
Yngra kvartettin hevur framført á fleiri sangløtum í seinastuni, og hevur undirtøkan verið góð.
Sangtiltakið á flogvøllinum er líknadni tiltak, sum kvartettin hevur skipað
fyri í Mentannarhúsinum í Fuglafirði og Ítróttarhøllini í Klaksvík fyrr íár.
Heri tiltøk vóru sera væl vitjaði og vóur t.d 800 fólk í Ítróttarhøllini í
Klaksvík. 28 februar verður eitt sovorðið tiltak eisini í Ítróttarhøllinik í
Trongisvági.
Annars er tað at siga um yngru kvartettina úr Betesda í Klaksvík, at hon
hevur 3 ár á baki, og kallast yngra kvartettin, tí ein onnur kend kvartett
úr Betesda var á markini í sjeyti og áttati árunum, og er aftur aktiv
fyri tíðina.
Sangløtan byrjar sum sagt klokkan 21 í annaðkvøld.