Sangkvøld við Ovin á Glyvrum

Í kvøld verður missiónshúsið á Glyvrum karmur um eitt heldur øðrvísi sangkvøld. Tá fer Olvin Klein Olsen at framføra fleiri av sangum sínum.

Ovin Klein Olsen er vestmenningur, men búsitandi í Vejen í Danmark, har hann – hóast sjónveiku støðu sína – hevur verið og er íðin tónleikari og tónasmiður.

Hann hevur seinnu árini givið fleiri fløgur út, við egnum løgum, eins og hann hevur sett løg til sangir hjá øðrum.

Nakað av hesum verður at hoyra í kvøld, tá Ovin og onnur fara at spæla og syngja saman, millum sangkreftir úr økinum.

Á sangkvøldinum fer eisini at bera til at ogna sær fløgurnar sum Ovin hevur givið út og aðrar nýútgivnar fløgur.

Sangløtan í Glyvra missiónshúsi byrjar klokkan 20.