Í kvøld, leygarkvøldið klokkan 20.00, verður ein serlig sangløta í nýggja salinum á Toftum, Nebo. Lovsangsbólkurin úr samkomuni Lívdin, Hoyvík, vitjar. Samkoman ?Lívdin? er kend fyri sín brúsandi sang og lovsongsbólkurin er stórur ? eini 15 fólk eru oftani á palli í senn tá tey leiða. Nú skulu tey so royna nýggja salin, og serliga nýggju og sera framkomnu tónleikaútgerðina í Nebo, sum var tikin í brúk fyr jól.
Leiðarar fyri lovsangbólkin eru Anna D. Háberg og Svend A. Drewsen.
Øll eru vælkomin til sangkvøldið, sum byrjar klokkan 20:00.
Meira frættist á heimasíðni hjá Nebo: www.nebo.fo










