Sangkarrieran broytti lívið

Seinastu árini hevur 32 ára gamla Evi Tausen verið millum kendastu countrystjørnurnar í Føroyum, og hennara karriera sum songkvinna hevur av álvara tikið dik á seg. Men sangkarrieran hevur eisini kravt nakrar broytingar í lívinum hjá Evi.


Evi Tausen var 29 ár fyrstu ferð hon sang alment, og áðrenn tað hevur hon als ikki fingist við tónleik. Men eftir at hon framførdi til sítt egna brúdleyp broyttist hennara lív nógv. Ferð kom á sangkarrieruna, og brádliga var Evi uttanlands og tók upp fløgu, og vann heiðursløn fyri sín sang. Hóast Evi er glað fyri sína nýggju karrieru, so viðgongur hon, at karrieran og familjulívið til tíðir ikki hóska saman.

- Eg var jú rættiliga etablera í Suðuroynni áðrenn eg byrjaði at syngja, og tá eg so byrjaði at gera um meg, var eg onkursvegna noydd at broyta mítt lív rættiliga grundleggjandi, sigur Evi.

Hon vísir á, at tíðin ikki altíð røkkur til familjudøgurðar, føðingardagar og annað, tí tá hon hevur eina fríløtu, so brúkar hon hana saman við manninum og børnunum.

- Tað er særandi til tíðir, tá ið familja ella vinir siga, at tey ikki síggja meg so ofta longur. Eg sakni tann partin av lívinum. Men hinvegin eri eg ótrúliga glað fyri at syngja, og eg hevði ikki broytt mítt lív um eg kundi, sigur Evi.

Evi er eisini vorin varug við hvørjar neiligar avleiðingar ein karriera sum songkvinna hevur við sær.

• Vit kenna øll til slatur og sleyg, og tað havi eg sanniliga eisini fingið oman yvir meg, sigur Evi Tausen.

Hon vísir á, at tá ið fólk gerast kend í Føroyum halda onnur mangan, at tey broyta persónligheit. Men orsaka av, at Evi var 29 ár áðrenn hon byrjaði at syngja, er hon eisini í tí hepnu støðu, at hon visti hvat hon vildi áðrenn hon byrjaði.

- Eg ímyndi mær, at fólk, sum gerast kend sum blaðung, allarhelst enda í fleiri støðum, sum tey ikki hava hugsað so nógv um áðrenn. Men eg eri tann sum eg eri, og veit hvat eg vil. Og eg eri als ikki broytt seinastu árini, sigur Evi.


Børnini sungu við
Seinastu árini hevur Evi framført óteljandi konsertin bæði í Føroyum og uttanlands. Fríggjakvøldið var tað so stóri pallurin á Summarfestivalinum, sum var karmur um countrykonsertina frá Evi. Eitt av kendastu løgunum hjá Evi er Blue Radio, og fríggjakvøldið á Summarfestivalinum fingu fleiri børn møguleikan, at framføra hetta lag saman við Evi.

- Eg royndi herfyri at fáa børnini við at syngja, tí eg haldi sjálv hasin sangurin er rættiliga torførur at syngja. Mær dámar í veruleikanum illa at syngja hann sjálv. Men børnini komu við, og tað riggaði ordiliga væl, greiður Evi frá.

Áðrenn konsertina hugsaði Evi um, hvørt nógv fólk fóru at koma til konsertina hetta kvøldið. Men tá ið Evi byrjaði var Vágsbøur væl fyltur av fólki.

- Tað var so stuttligt at síggja fólkini á bønum. Tey hugnaðu sær, og tey sungu við alla tíðina. Hetta var nakað heilt serligt, slær Evi fast.