Sangkórið í Ebenezer á nýggjari fløgu

Nýggj fløga við Ebenezerkórinum er komin í handlarnar.
Á fløguni, sum ber heitið "Gud og eina Gud" eru 17 sangir. Ebenezerkórið syngur 9, meðan Triple Trio, Tey á Váli og Dupult-kvartettin syngja tveir hvør og Dupultkvartettin saman við Triple Trio syngja tveir. Allir sangirnir eru á føroyskum.

Á fløguhúsanum stendur at lesa um kórið:
"Síðani Ebenezerkórið byrjaði í 1937, hevur aðalmálið verið: At bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus fram í sangi og tónleiki. Kórið hevur sítt heim í samkomuni í Ebenezer í Tórshavn, har tað regluliga luttekur. Men kórið hevur givið mongum øðrum - bæði her á landi og uttanlands - gleðina av at hoyra teirra vakra sang. Men nú vil Ebenezerkórið fegið røkka inn í hvørt heim við sama endamáli: At bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus fram í kórsangi og tónleiki. Fleiri aðrir virknir bólkar eru sprotnir úr kórinum, og vit fáa ta fragd at hoyra Dupultkvartettina, Triple Trio og tey á Váli."
Kórið syngur eisini við mong ymisk høvi og ferðast eisini við sangi sínum kring oyggjarnar og hevur eisini verið fleiri ferðir uttanlands.
Nevnast kann at kórið hevur verið nakrar ferðir í Onglandi og Skotlandi hesi seinnu árini, har føroyski kórsangurin er sera væl umtóktur. Tey hava eisini fleiri enskar sangir á skránni.
Ebenezerkórið, sum annars er sera virkið, hevur kortini ikki gjørt nógv við útgávu-virksemi. Tað eru meira enn 40 ár síðan síðstu útgávu við Ebenezerkórinum.
Í 1960 var tað plátuforlagið Hørputónar hjá Radio El í Havn sum gav út eina single plátu, nevnd: Sangkór Ebenezers - Vit syngja kór.
Sangupptøkurnar á nýggju fløguni eru gjørdar í Útvarpi Føroya, meðan tónleikur og ljóðbland er gjørt í EvR Studio. Evangeliska Røddin er útgevari.
Saman við nýggju fløguni liggur teksthefti, har sangirnir eisini eru týddir til enskt, við nágreiniligari frágreiðing um innihaldið og við einum boðskapi á føroyskum og enskum.
Nýggja fløgan er sera fjølbroytt. Kórið syngur bæði við og uttan fylgispæli. Inn í millum eru so sangirnir hjá Triple Trio, Dupultkvartettini og teimum á Váli. Tey sum syngja einrødd eru: Brita á Váli Smith, Anna D. Háberg, Charlotta á Váli Olsen, Gunnrið Simonsen, Jens Andreassen og Jóhannes Poulsen. Jóannes á Váli og Ólavur á Váli syngja einrødd og eisini tvírødd.
Jens Kristian Guttesen er kórleiðari hjá Ebenezerkórinum.
Nýggja fløgan, sum kostar 169 kr., er komin í handlarnar.